Ríðiskúli

Mánadag - fríggjadag eftir kl. 16 hava vit ríðiskúla fyri børn frá 7 ára aldur. Børnini verða bólkaði eftir aldri og førleika.

Riðið verður í áleið 45 min. og tað kostar 700,- fyri hvønn mánaða. (Systkinaavsláttur verður givin um fleiri syskin eru á ríðiskúlanum. 100 kr. av fyri hvørt barn um mánaðin).

Børnini læra at umgangast rossum, strigla (busta), saðla upp, at ríða rossið og at saðla av.

Vit leggja dent á at ríðingin gongur fyri seg í tryggum og róligum umhvørvi.
Ríðiundirvísingin gongur mest fyri seg í ríðihøllini hjá okkum. Tá børnini eru nóg trygg og veðrið er gott, fara vit onkran  túr út í náttúruna.

Um hetta hevur áhuga, vinarliga ring til Jacklin á tlf. 226211