Ríð & Et

Ein møguleiki til tykkum, ið vilja hava eina uppliving í felag úti í føroysku náttúruni á rossabaki, njóta góðan mat og samveru.

Riðið verður úr Havn til Velbastaðar á góðu og róligu íslandsrossunum hjá Berg Hestum.
Farið verður eftir gøtum, ið øll megna. Á Velbastað bjóðar Heimablídni við Onnu og Óla eina fjølbroytta máltíð í heimligum umhvørvi. Íblásturin kemur úr siðbundnu føroysku matgerðini.

 

Vertir:

Jacklin Durhuus og Leif Berg hava seinastu 20 árini bjóðað ríðitúrar á íslenskum rossum á gøtunum í Havnadali og har um leiðir.

Anna og Óli eru bóndur og hava 150 áseyðir í Lambhaga á Velbastað. Tey leggja dent á at nýta tilfeingi á garðinum og aðrar føroyskar ráðvørur og bjóða til borðs heima hjá teimum í Gerðinum.

 

Viðurkenning í 2016: 

Ríð og Et hevur frá ferðavinnuni fingið heiðursløn fyri burðardygd í ferðavinnuni fyri at gagnnýta møguleikarnar í føroysku náttúruni og brúka tað tilfeingi, sum Føroyar hava. Grundgevingin verður løgd á, at rossini verða brúkt til flutning og at rávøran kemur úr nærumhvørvinum.