Ríðitúrar

Ríðitúrarnir eru fyri 7 ár og uppeftir. Tann elsti sum hevur riðið hjá Berg Hestum er 75 ár, so aldurin hevur einki at siga.

Men vektina hugsa vit um – ikki meira enn 90 kg.

ríðitúr

1½ tímarstúrur

 - fyri óvon sum von
Vit ríða eftir gøtuni undir Fjalli og út í Havnadal, har leiðin gongur niðan á Kleynisvarða og síðan
heim eftir gomlu oyggjagøtuni.

Túrurin tekur umleið 1½ tíma.

 

Prísur:

600,- 

ríðitúrar

2½ tímarstúrur

- fyri fólk við eitt sindur av royndum og von
Ymisk hvar leiðin gongur. Tað veldst um veður og vind.

Túrurin tekur umleið 2½  tíma.

 

Prísur:

800,- 

 

Barnatúrur

- Børnini skulu verða fylt 7 ár
Verður gjørdur eftir avtalu. Túrurin er “Runt Fjallið”, sum vit kalla tað.

Túrurin tekur umleið 1 tíma.

Vaksin kunnu eisini luttaka á hesum túri.

 

Prísur:

400,-
 

dagstúrur

Dagstúrur

 - fyri von
Byrjað verður kl 10 um morgunin. Túrurin verður lagdur eftir hvussu veðrið er á degnum. Og møguliga hvussu veðrið hevur verið dagarnir frammanundan, um nógv avfall hevur verið.

Túrurin kann ganga suðureftir móti Kirkjubø ella norðeftir har møguliga Velbastað fjøllini verða tikin við.

Vit eru heima aftur uml. kl. 15-16

Minimum 5 pers og maximum 10 pers.

 

Prísur:

1150,- 

(tá er matpakki íroknaður)

ríð og et

Ríð &Et

 - fyri óvon sum von  

Riðið verður úr Havn til Velbastaðar á góðu og róligu íslandsrossum hjá Berghestum. Farið verður eftir gøtum, ið  øll megna. Á Velbastað bjóðar Heimablídni hjá Onnu og Óla eina fjølbroytta máltíð í heimligum umhvørvi. Íblásturin kemur frá tí siðbundnu føroysku matgerðini.

Anna og Óli Rubeksen eru bøndir og hava 150 áseyðir í Lambhaga á Velbastað. Tey leggja dent á at nýta tilfeingið á garðinum og aðrar føroyskar ráðvørur og bjóða til borðs heima hjá teimum í Gerðinum.

Minimum 6-8 persónar.

Les meira um Ríð & Et her

 

Prísur:

1.595,- kr.

vikuskifti hjá berg hestum

Vikuskifti hjá Berg Hestum

- fyri óvon sum von
Koma fríggjakvøld kl. 19:
- Fáa okkurt lætt at eta, finna sengur, síðani gongur leiðin út í fjósið, at finna rætta rossið til vikuskiftið.
- Riði verður eitt sindur inni í høllini.

Leygardag:
- Eta morgunmat, smyrja matpakka.
- Uml. kl. 10 verður farið út í fjósið, at saðla rossið upp og vit ríða ein dagstúr. Verða heima aftur uml. kl. 15- 16
- Eta døgurða kl. 18  og hugni fyri rest.

Sunnudag:
- Eta morgunmat og riðið verður ein túrur uppá 1½ til 2 tímar.

Farið verður heim uml. kl. 15

 

Prísur:

2900,- fyri børn
3300,- fyri vaksin

 
firmatúr

Firmatúrur

- fyri óvon sum von

Her kunna vit í felag seta saman eitt sindur av hvørjum - ríða, eta og møguliga okkurt triðja eisini. Max. vekt 90 kg. 

Sindur ymisk hvar leiðin gongur. Tað kemur annupá veður og vind.

Túrurin er 2½  tímar.

 

Prísur:

Um hetta hevur áhugað vinarliga ring 216896 Leif ella 226211 Jacklin

handicapríðing

Ríðing fyri fólk ið hava rørslu- og/ella menningartarn

Vit bjóða ríðing fyri fólk ið hava rørslu- og/ella menningartarn í gerandisdegnum. 

Ríðing hevur nógvar fyrimunir bæði sálarliga og likamliga. Ríðing stimbrar bæði rygg og kroppsligu javnvágina. Samvera við rossum styrkir eisini um sjálvsvirðingina og sjálvsáliti.

Vit hava drúgvar royndir við ríðing fyri fólk ið bera brek og hava tískil alla útgerð, so sum rampu og lyftu fyri tey ið ikki megna, at koma upp á rossabak sjálvi.

Tá riðið verður er tað altíð eitt starvsfólk sum gongur við síðinarav rossinum ella leiðir tað. Um talan er um eitt barn, ið ikki sjálvt megnar at sita á rossinum, kann eitt av okkara starvsfólkum sita á rossinum saman við barninum.

 

Prísur:

Um hetta hevur áhuga, vinarliga ring:
216896

polterabend

Polterabend

 - fyri óvon og von

Vel millum at fara á ríðitúr ella at verða í ríðihøllina.

Á ríðitúrinum eru altíð tvey starvsfólk við sum tryggja, at tit fáa eina góða og hugnaliga løtu saman. Frálæra er inni í høllini áðrenn vit fara út í náttúruna.

Av trygdaráðum bæði fyri ross og fólk er tað alneyðugt, at tey ið skula ríða ikki eru ávirkaði av rúsdrekka.

Um hetta hevur áhuga, vinarliga ring:
226211 ella 216896