• a.jpg
  • b.jpg
  • c.jpg

UmRíðiskúli fyri børn

Mánadag - fríggjadag eftir kl 16 hava vit ríðiskúla fyri børn heilt niður í 5 ára aldur.

Børnini verða bólkaði eftir aldri og førleika.

Børn frá 5-7 ár ríða saman og ríða í ½ tíma og tað kostar 400,- fyri 4 ferðir.

Børn yvir 7 ár ríða í 45 minuttir og tað kostar 600,- fyri 4 ferðir.

Vit leggja dent á at ríðingin gongur fyri seg í tryggum og róligum umhvørvi, tískil gongur ríðiundirvísingin mest fyri seg í ríðihøllini hjá okkum.

Børnini læra strigla (busta), saðla upp og at ríða rossið.

Um hetta hevur áhuga, vinarliga ring 216896 ella 226211

 

"Vit leggja dent á at ríðingin gongur fyri seg í tryggum og róligum umhvørvi, tískil gongur ríðiundirvísingin mest fyri seg í ríðihøllini hjá okkum."


 
site created and hosted by skandiaweb