• a.jpg
  • b.jpg
  • c.jpg

Handicapríðing

Vit skipa fyri handicapríðing (ríðing fyri rørslu- og/ella menningartarnaði) í gerandisdegnum.

Vit hava drúgvar royndir innan handicap ríðing og hava tískil alla útgerð, so sum rampu og lyftu fyri tey ið ikki megna, at koma upp á rossabak sjálvi.

Tá riðið verður, er tað altíð onkur sum gongur við síðinarav rossinum ella leiðir tað. Um talan er um eitt barn, ið ikki sjálvt megnar at sita á rossinum, kann eitt av okkara starvsfólkum sita á rossinum saman við barninum.

Handicapríðing hevur nógvar fyrimunir bæði likamliga og sálarliga. Ríðingin stimbrar bæði rygg og kroppsligu javnvágina, og samvera við rossum styrkir um sjálvsvirðingina og sjálvsáliti.

Um tú vil vita meira er tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 216896

 

"Tá riðið verður, er tað altíð onkur sum gongur við síðinarav rossinum ella leiðir tað. Um talan er um eitt barn, ið ikki sjálvt megnar at sita á rossinum, kann eitt av okkara starvsfólkum sita á rossinum saman við barninum."



 
site created and hosted by skandiaweb