• a.jpg
  • b.jpg
  • c.jpg

Ríðitúrar

Ríðitúrarnir eru fyri 7 ár og uppeftir. Tann elsti sum hevur riðið hjá Berg Hestum er 75 ár, so aldurin hevur einki at siga.

Men vektina hugsa vit um – ikki meira enn 95 kg.

Um ein ætlar sær við á ein túr er neyðugt at tekna seg á tlf 216896 ella 316896

2 tímarstúrur - fyri von sum óvon.
Vit ríða eftir gøtuni undir Fjalli og út í Havnadal, har leiðin gongur niðan á Kleynisvarða og síðan heim eftir gomlu oyggjagøtuni.

Túrurin varðar 1½ til 2 tímar.

Prísur 300,- fyri vaksin og 250,- fyri børn frá 7 til 14 ár

3 tímarstúrur - fyri fólk við eitt sindur av royndum.
Her gongur leiðin inn í Villingardal og síðani runt Gellingarklett og heim eftir gomlu oyggjargøtuni.

Túrurin varar í uml 2½ til 3 tímar.

Prísur er 400,- fyri vaksin og 350,- fyri børn frá 10 til 14 ár.

Barnatúrur - bert leygardag
Aldursmarkið er frá 7 til 14 ár
Hetta er ein sera róligur túrur fyri ný byrjarar. Børnini fáa eitt sindur av frálæru í ríðihøllini áðrenn farið verður út í náttúruna.

Túrurin varar í uml 1-1½ tíma

Prísur 200,- (Tað ber eisini, at keypa 8 túra kort, fyri 1400,-)

Barnatúrur fyri von - bert sunnudag
Børnini fáa eitt sindur meira ferð á túrin, tí er alneyðugt at tey tora!!

Túrurin varar í uml 1-1½ tíma

Prísur 200,- (Tað ber eisini, at keypa 8 túra kort, fyri 1400,-)

Dagstúrur - bert fyri von
Á hesum túri skulu tað vera í minsta lagi 6 persónar og í mesta lagi 10.
Túrurin byrjar uml. kl. 10 um morgunin. Vit ríða eftir tí gomlu fjallagøtuni við góðum útsýni móti Sandoy, Hestur og Koltur. Í Kirkjubø eta vit matpakka, og vit vitja múrin og Roykstovuna. Vit eru heima uml. kl. 16-17.

Prísur er 750,- fyri vaksin og 550,- fyri børn frá 10 til 14 ár, tá er matpakki íroknaður.

  Vikuskiftistúrur til Leynar - bert fyri von
Túrurin byrjar leygarmorgun umleið kl. 10 og vit ríða eftir fjallagøtum til Leynar. Vit ríða aftur til havnar, sunnumorgun, aftaná morgunmat. Vit eru aftur í havn seint seinnapart.

Ring og hoyr nærri.

Firmatúrur
Komið og upplivi náttúruna á rossabaki saman við starvsfeløgum.
Riðið verður í haganum kring havnini. Um tit hava nøkur serlig ynski, kunnu vit eisini skipa túrin eftir tykkara tørv.

Eisini ber til at bíleggja lættan matpakka, sum tit kunnu njóta í vøkru náttúruni, saman við rossunum.

Ring og hoyr nærri.

Polterabend
Vit skipa fyri ríðitúri ella ríðing í ríðihøllini fyri komandi brúður/brúðgóm. Tit velja sjálvi um bert brúðurin/brúðgómurin skal ríða ella um øll skulu ríða.

 - Ríðitúrur:  Um tit velja at fara á ríðitúr eru altíð tvey starvsfólk við sum tryggja, at tit fáa eina góða og hugnaliga løtu saman. Frálæra er inni í høllini áðrenn vit fara út í náttúruna. Eisini ber til bert at bíleggja túr til komandi brúður/brúðgóm.

 - Ríðing í høllini: Um tit velja at ríðingin bert skal ganga fyri seg í ríðihøllini vil eitt av okkara starvsfólkum vera til staðar og greiða frá hvussu skal ríðast. Um hugur er til tess kunnu vit skipa fyri spøl á rossabaki.

Av trygdaráðum, bæði fyri ross og fólk, er tað alneyðugt, at tey ið skulu ríða ikki eru ávirkaði av rúsdrekka. Vit ráa tí til, at hetta tiltak verður lagt soleiðis tilrættis, at fólk kunnu hugna sær aftaná ríðingina.

 
site created and hosted by skandiaweb