[admin]





Ríðitúrar

Tey flestu hava óivað ein gamlan dreym um, at sleppa at ríða, men tey fægstu hava roynt tað. Men nú er so høvi at royna tað, og øll klára ein túr á rossabaki.

Tað er bæði spennandi og áhugavert at ríða, og hava tit rætta lagið við, kunna vit fáa tað heilt skemtuligt.

Á túrinum kunnu vera upp til eini 10 fólk og vit byrja altíð við eina stutta frálæru inni í høllini, áðrenn vit fara út í náttúruna.

Tann elsti sum hevur riðið hjá Berg Hestum er 75 ár, so aldurin hevur einki at siga.

Men vektina hugsa vit um – ikki meir enn 95 kg.


Ymiskt

Berghestar