[admin]





Um Berg Hestar

Berg Hestar heldur til við Oyggjarvegin, uml. 500 m frá Hotel Føroyar og verður rikið av Leif Berg og Jacklin Durhuus.

Vit bjóða ríðitúrar, ríðing fyri menningar- og rørðslutarnaði, ríðiskeið og ríðilegur fyri børn.

Dentur verður lagdur á, at tit fáa eina góða uppliving á rossabaki og tískil hava vit bert góð og rólig íslendsk ross. Rossini kunnu ríðast av óvonum og vonum fólki.

Í framtíðini vilja vit kunna bjóða Bed and Breakfast fyri ferðandi og onnur ið ynskja, at uppliva dagligu gongdini í fjósinum og vøkru náttúruna við Oyggjarvegin.


 

 


Ymiskt

Berghestar