| [admin] |
Ríðiskúli fyri børn Mánadag - fríggjadag eftir kl 16 hava vit ríðiskúla fyri børn heilt niður í 5 ára aldur. Børnini verða bólkaði eftir aldri og førleika. Børn frá 5-7 ár ríða saman og ríða í 1 tíma og tað kostar 400,- fyri 4 ferðir. Børn yvir 7 ár ríða í 45 minuttir og tað kostar 600,- fyri 4 ferðir. Vit leggja dent á at ríðingin gongur fyri seg í tryggum og róligum umhvørvi, tískil gongur ríðiundirvísingin mest fyri seg í ríðihøllini hjá okkum. Børnini læra strigla (busta), saðla upp og at ríða rossið. Um hetta hevur áhuga, vinarliga ring 216896 ella 226211 Myndir av rossunum kunnu síggjast við at trýsta her.
|
|
||
Berghestar |
||||