[admin]





Úrslitini í Berg Hestar Cup

Í ár høvdu 14 ung og 19 vaksin høvdu boðað frá luttóku í kappingini í ár og sigast skal kappingin var sera spennandi. Tað var serliga spennandi í tøltinum hjá teimum vaksnu, har Regin slapp í finaluni við bæði Drottningini og Surtsey. Av tí at tað skuldi avgerast hvat ross var tað betra, noyddist Regin at velja hvat ross hann vildi ríða í finaluni. Regin valdi Drottningina, sum hevur verið sera einaráðandi í tøltinum. Nina Brockie skuldi so ríða á Surtsey ímótir Regin og tær báðar gjørdu bart og vunnu 1. virðisløn í tøltinum. 

Eisini var ein nýggjur luttakari hjá teimum ungu, tað var Bergur Leifsson Durhuus sum bert 4 ára gamal hevur luttikið í síni fyrstu kapping á rossabaki. Sera flott!

 

Úrslitini hjá teimum ungu:

Bjørk Egholm og Hrammur vunnu fet.

Sólrun Poulsen og Sammi vunnu trav.

Asta Danielsen og Tignir vunnu tøltið.

Úrslitini hjá teimum vaksnu:

Kristfríð D. Jacobsen og Þór vunnu fet.

Regin Johannesen og Surtsey vunnu trav.

Nina Brockie Hansen og Surtsey vunnu tøltið.

Rúna Hilduberg og Dagfinnur vunnu Øltøltið

Dómarnir vóru Hendrik Rubeksen, Heðin Samuelsen og Óli Jóhan Láberg.

Berg Hestar takkar øllum fyri ein góðan og hugnaligan dag.


Ymiskt

Berghestar
 
Tróndheim